Yes we can! skeið fyri arbeiðstøk

Íverksetarahúsið

j

30/01/2012

Um vit gera tað, sum vit altíð hava gjørt, so fáa vit tað, sum vit altíð hava fingið!

Yes we can! er eitt skeið, har tú fært nøkur amboð til at seta tær nýggj mál, og íblástur til at seta tey íverk. Tað kann vera við atliti til at fáa eitt starv, sum tú ynskir tær, ella við atliti til eitt hugskot, sum tú ynskir at seta í verk.

Skeiðið krevur ongar serligar fortreytir av luttakarunum, og er tískil ætlað øllum arbeiðstøkum, sum hava hug at royna nakað nýtt, og sum ikki bakka fyri broytingum.

Vit spyrja:
– Hava vit rætta hugburðin til røttu broytingarnar?
– Hví hava summir íverksetar sukse – hvat gera teir?
– Eru vit ikki nógv meiri kreativ, enn vit halda?
– Duga vit at branda okkum sjálvi – kunnu vit menna ein persónligan X-faktor?
– Skulu vanarnir stýra okkum, ella skulu vit stýra vanunum?

Yes we can! er eitt skeið, har vit koma at hoyra fleiri inspirerandi fyrilestrar, og koma at loysa fleiri uppgávur, so innihaldið gerst viðkomandi og tú beinanvegin kemur í gongd!

Skeiðið koyrir yvir tríggjar dagar, har tveir teir fyrstu dagarnir verða hildnir í vanligum skeiðshølum, meðan tann triðji dagurin verður meiri óvæntaður (meiri um tað á skeiðinum).

Hevur tú brúk fyri íblástri, brúk fyri at fáa tíni skapandi evni fram í ljósið, og merkja positivu orkuna saman við øðrum til at handla – so er Yes we can!júst nakað fyri teg!

Skeiðið verður í Kaffihúsinum í Vágsbotni 29. – 30. august frá kl 08.30 – kl. 15.00

Hevur tú áhugað í hesum skeiðið, so set teg í samband við ALS á telefon 349550 ella send ein teldupost til [email protected]