Myndir frá finaluni í SkúlaFM 2021, ið var í Mentanarhúsinum í Fuglafirði síðsta fríggjadag.
Vinnarin av Skúla FM 2021 í íverksetan gjørdist DUEL – North Atlantic Skincare, ið hevði framleitt húðkrem úr endurnýttum rávørum. Stovnarnir av bólkinum DUEL eru; Durita Jónsdóttir & Elin Eyðunsdóttir, frá Nám X.
DUEL fer at kappast víðari í NextLevel, ið er ein líkandi donsk kapping, sum verður 15. apríl í Kolding, meira verður at frætta um hetta seinni.
Nummar 2, gjørdist bólkurin Re-Ball frá Skúlanum av Giljanesi og nummar 3, bólkurin Fríkorter til øll frá Skúlanum av Fløtum.








