Startup Klaksvík

Íverksetarahúsið

j

15/08/2014

mynd_1

Nú bjóðar Íverksetarahúsið norðoyingum at royna seg í serligu íverksetara dissiplinini at stovna eina nýggja fyritøku uppá einans eitt vikuskifti!

Vit fara til verka í góðu hølunum hjá Sjónámi fríggjakvøldið 29. august kl. 17:00 og koyra ahead til sunnudagin 31. august kl. 17:00, tá úrslitini verða løgd fram á almennum fundi.

Sum fiskivinnuhøvðustaður í Føroyum, verður Startup Klaksvík um maretimar vinnur. Øll hugskot, ið hava við havið at gera, verða vend og snarað.

Hvat kann avskurður frá fiski brúkast til? Kunnu vit innovera og virðisøkja matvøru vinnuna? Kunnu vit nýta tilfeingið í sjónum til make-up, protein og sniðgeving? Eru fleiri møguleikar tá talan er um ferðavinnuna og maretimu vinnuna?

Eins og fiskur er tilfangi í havinum, eru hugskot tilfangi millum fólk, sum vit hava skyldu at røkja, og tað finnast nógvir ónýttir møguleikar innan maretimu vinnuna.

Endamálið við Startup Klaksvík er at arbeiða við hugskotum frá byrjan til enda uppá stutta tíð og harvið at venja seg í at loysa tær avbjóðingar, sum íverksetarar standa yvirfyri.

Hvat fært tú burturúr?

  • Ein einastandandi møguleika at vera við til at realisera eitt hugskot
  • Eitt intensivt vikuskifti saman við øðrum, við somu avbjóðingum og áhuga, sum tú
  • Eitt vikuskifti, fylt við góðari íverksetaraorku saman við inspirerandi mentorum
  • Eitt supergott amboð at arbeiða víðari við
  • Ein einastandandi møguleika at vinna ein ráðgevingapakka á 50.000 kr. frá Vinnuframa

Kom við og deil tíni hugskot, ger nakrar bólkar og byrja eina startup fyritøku.

Nú er nóg nógv talað. Nú skal handlast!

Øll eru hjartaliga vælkomin. Tað er ókeypis at luttaka!

Kaffi, morgunmatur, frokostur og annað gott verður at fáa.

Tilmelding fer fram við at senda teldupost til [email protected] ella við at ringja á tlf. 459700