Altjóða finalan í European Business Game er í dag

Íverksetarahúsið

j

07/07/2014

foto

Næmingar úr Tekniska skúla í Klaksvík luttaka í hesum døgum í altjóða finaluni í íverksetan – European Business Game – sum í ár verður hildin í Umbria í Italia.

Næmingarnir úr Tekniska skúla vunnu føroysku undankappingina, sum í ár varð hildin í Fiskivinnuskúlanum, við verkætlanini DipFish, og umboða tískil Føroyar í altjóða kappingini har fleiri evropeisk lond kappast um evropameistaraskapið í íverksetan. Sjálv finalan verður í Perugia í dag kl. 16 føroyska tíð.

Vinnandi verkætlanin úr Føroyum snýr seg um at gera dressing úr livralýsi við sunnum omega 3 feittsýrum og á tann hátt gera dressingin til eina heilsubetri vøru enn tann vanligi dressingurin.

Teir tríggir næmingarnir í DipFish, Hávarður Vinjardsson Guttesen, Tummas Vang Magnussen og Baldur Meitil hava gjørt royndir og funnið fram til ein vælsmakkandi dressing, sum hóskar væl afturvið fiski.

Karin Kirke Petersen og Hanna Ziskason Hansen eru lærarar í verkætlanin.

Íverksetarahúsið er fyriskipari av European Business Game í Føroyum. Sóley Heradóttir Hammer er føroyska umboðið í altjoða dómaranevndini og Rani Nolsøe er føroyska umboðið í altjóða prosjektbólkinum, sum varar av EBG.