Umsóknarfreist til lestur

Íverksetarahúsið

j

18/06/2014

Ætlar tú tær undir fjarlestur aftaná summarfrítíðina, so skal tú kivka tær, tí at umsóknarfreistin nærkast í stórum.

Freistin at søkja inn á ein hægri skúla í Danmark ígjøgnum kvotu 1 er nevnliga tann 5. juli kl. 12 danska tíð.

Tørvar tær leiðbeining, eitt nú til at finna ta røttu útbúgvingina, vegleiðing í at søkja ella at finna rætta útbúgvingarstuðlin, ert tú vælkomin at tosa við okkum í Fjarnámi.

Vit ráðgeva hvønn dag fram til 25. juni, og tú kanst ringja á 459700 ella skriva ein teldupost til [email protected] og vit avtala eina tíð.