Stovna filmsverkstovu í Klaksvík

Íverksetarahúsið

j

16/06/2014

45928_r_705_0

Nú verður arbeitt við at seta á stovn eina filmsverkstovu fyri øll video- og filmsáhugaði í Klaksvík.

Ætlanin er at henda filmsverkstova skal fáa films- og videoumstøður til vega hjá filmslistafólkum í Norðoyggjum, og í hesum sambandi verður fundur í Íverksetarahúsinum fyri áhugaði.

Á skránni á fundinum verður upplegg frá Klippfisk og harumframt verður ein stuttfilmur vístur. At enda verður kjak og val av fyribilsnevnd.

Øll sum eru áhugað í filmi eru hjartaliga vælkomin at luttaka á fundinum sum verður í Íverksetarahúsinum mikudagin 18. juni kl 17:00.