Step-in vann Startup Føroyar í Keypmannahavn

Íverksetarahúsið

j

19/05/2014

10272481_803561943008807_3530574434865389444_o

Lesandi íverksetarar í Keypmannahavn

Tað gjørdust Step-in, sum loksins vunnu spennandi finaluna á Startup Føroyar í Keypamannahavn á hesum sinni.

Teir tríggir Rúni, Petur og Oddur, sum áttu Step-in hugskotið vunnu, sambært dómarunum, uppá tað innovativa í konseptinum og tann týðuliga eftirspurningin á marknaðinum eftir júst teirra loysn.

Við Step-in verður tað nevnliga munandi lættari hjá fyritøkum at fremja gott performance management við tað, at tann kenda bluetooth tøknin millum smartfonirnar og sokallaðar bitcon eindir verður nýtt til at optimera logistikkin í stórum fyritøkum. Á henda hátt kann fyritøkan planleggja dagliga arbeiðsinnsatsin munandi neyvari enn áður, eins og skipanin eisini kann nýtast til eina sofistikeraða lásaskipan, har hurðar lata automatiskt upp, tá smartfonin er so og so nær.

Vinnararnir struku avstað við einum hálvum ári í skrivstovufelagsskapinum Københavns Projekthus og einum ráðgevingarpakka áljóðandi kr. 50.000,- frá Vinnuframa.

Í alt varð arbeitt við fýra hugskotum á hesum sinni. Sagnarmynd snúði seg um at vekja føroyska mentannararvin við Sigmundi Brestissyni á odda, til lívs í nýggjum teknirøðum, Mam-app vendi sær til mammur og komandi mammur við øllum relevantum upplýsingum og Sea.fo fokuseraði uppá at virðisøkja makrelin til eina sunna og góða liðugtvøru.

Stuðlað av fólkatingsumboðunum og BankNordik eydnaðist tað at skapa nakrar góðar og produktivar karmar um tiltakið, og sást tað aftur í tí intensiva innsatsinum, sum allir luttakararnir vístu.

Væntandi verður Startup Føroyar í Keypmannahavn endurtikið innan eitt ár sum eitt tiltak, sum skal haldast inni á Christianborg.

Myndatekstur: Dann Jacobsen frá BankNordik, Óla Kristian á Torkilsheyggi, Navia, Petur McGavin, Rúni Brandur Dam, Oddur Friang Rasmussen og Rani Nolsøe, Íverksetarahúsið