Suðuroyar Kajakk við nýggjari verkætlan á Hópfígging

Íverksetarahúsið

j

07/06/2021

Endamálið við Suðuroyar Kajakk er at skapa eitt burðardygt rørslutilboð, sum fremur sálarliga og likamliga heilsu. At rógva kajakk er heilsugott fyri likam og sál, og harumframt hvørki dálkar ella slítur tað upp á okkara náttúru.

Tað er Eyðfinn Debes sum er stigtakari handan Suðuroyar Kajakk.

Hann ætlar í fyrsta umfari at bjóða Sit on top kajakkir til útleigan á Vágsfjørði. Málbólkurin er bæði familjur, bólkar og einstaklingar. Sit on top kajakkir eru vælegnaðar til fólk, sum ikki hava roynt kajakróður áður, og tí kunnu øll vera við.

Les meira um verkætlanina her