Verkætlanin “Smátturnar Uppi Á Deildini í Mikladali” fíggjað umvegis Hópfígging

Íverksetarahúsið

j

02/06/2021

So var enn ein verkætlanin fíggjað umvegis Hópfígging, hesaferð var tað Smátturnar Uppi Á Deildini í Mikladali, sum fekk fígging umvegis hopfigging.fo.

Vit ynskja stigtakarnum hjartaliga til lukku við góða úrslitinum og framhaldandi góða eydnu við verkætlanini.

Endamálið við verkætlanini er at kveikja áhuga fyri Kalsoynni og at fáa vitjandi at steðga á og njóta løturnar úti á bygd, siga stigtakarnir; Jógvan Johannessen, John Daniel Guðjonsson og Óli Jógvansson.

Um tað gongur sum ætlað, so skulu fyrstu gestirnir sleppa at royna “Smátturnar Uppi Á Deildini” á sumri 2022.

Tað ber enn til at stuðla verkætlanini her

X