Tjadlur vann Startup Skálafjørður

Íverksetarahúsið

j

01/10/2014

1891047_881497385215262_8484058042219551090_n_thumb

Í dag var almen framløga á bókasavninum við Løkin.

17 sera ágrýtnir íverksetarar hava nemliga arbeitt intensivt alt vikuskiftið við nýggjum virkishugskotum. 30 hugskot vórðu løgd fram fríggjakvøldið og útav hesum vórðu fýra hugskot útvald at arbeiða víðari við. Fýra bólkar løgdu fram fyri eini dómsnevnd, ið tók endaliga avgerð hvør skuldi fáa virðislønina, sum var ein ráðgevingarpakki frá Vinnuframa, áljóðandi kr 50.000!

Hjartaliga til lukku við vinninginum Tjadlur, og bestu eydnu við virkisætlanini.