Heystarbræv frá Íverksetarahúsinum

Íverksetarahúsið

j

10/10/2014

Tað er ikki spart uppá krútið, síðani vit í Íverksetarahúsinum komu aftur úr lívgandi summarfrítíðini.

Umframt framhaldið av stóru verkætlanunum SkúlaFM og Startup Føroyar, hava vit haft fleiri áhugaverd íverksetarahugskot til ráðgevingar. Har í millum nøkur patent hugskot.

Í spákúluni síggja vit eisini fleiri spennandi avbjóðingar. Eitt nú ein innovativan íverksetarainnsats á Fróðskaparsetrinum, eitt spesifikt landbúnaðarligt Startup í Sandoynni og í Handilsskúlanum á Kambsdali. Eitt nýtt GameJam, sum skal vísa hvar føroyingar pt eru innan gaming, 3D og film. Hartil eru vit partur av eini umsókn til eina Horizon 20/20 verkætlan saman við Spania, Italia, Estlandi, Svøríki, Danmark og Finnlandi.

Her og nú hava vit sett hol á tað fimmta SkúlaFM saman við ikki færri enn átta luttakandi skúlum, umframt tað, at vit hava avgreitt tvey tey seinastu umførini av landsdekkandi Startup Føroyar átakinum.

Kappingin um  Gullfræðið er byrjað
Higartil hevur tað verið ein kampur í millum Tórshavn og Runavík!

Síðani SkúlaFM byrjaði í 2011 er Gullfræið farið til hesar býir. Men hvussu verður í ár? Øll árini hevur kappingin verið jøvn og hørð.

Í august varð fimta útgávan av SkúlaFM skotin í gongd í Blásastovu í Norðagøtu.

Lærarar úr átta fólkaskúlum og Íverksetarahúsið løgdu nýggjar og innovativar karmar um stóru íverksetarakappingina, sum einir 600 næmingar væntandi fara at luttaka í í ár.

Síðani 2011 hava Íverksetarahúsið, skúlarnir og MMR skipað so fyri, at næstan annarhvør næmingur úr 9. og 10. flokki í Føroyum fær frálæru í entreprenørskapi og íverksetan. Hetta tal er munandi hægri tal enn í okkara grannalondum!

SkúlaFM endar við einum finalubrakið seinasta vikuskifti í februar í 2015, tá Gullfræið enn einaferð skal gevast til ein vinnara. So er spurningurin um Klaksvík, Fuglafjørður, Vestmanna og aðrar vinnukommunur fara beinleiðis eftir gullinum.

Hetta kemur íverksetarainnsatsurin hjá 600 skúlanæmingum at gera av!

Startup Klaksvík
Í august bjóðaði Íverksetarahúsið norðoyingum at royna seg í serligu íverksetara dissiplinini at stovna eina nýggja fyritøku uppá einans eitt vikuskifti!

Vit fóru til verka í góðu hølunum hjá Sjónámi fríggjakvøldið 29. august og koydu ahead til sunnudagin 31. august, tá úrslitini vórðu løgd fram fyri eini dómsnevnd á almennum fundi.

Sum fiskivinnuhøvðustaður í Føroyum, var Startup Klaksvík um maritimar vinnur. Øll hugskot, ið høvdu við havið at gera, vórðu vend og snarað.

Hvat kann avskurður frá fiski brúkast til? Kunnu vit innovera og virðisøkja matvøru vinnuna? Kunnu vit nýta tilfeingið í sjónum til make-up, protein og sniðgeving? Eru fleiri møguleikar tá talan er um ferðavinnuna og maritimu vinnuna?

Eins og fiskur er tilfangi í havinum, eru hugskot tilfangi millum fólk, sum vit hava skyldu at røkja, og tað finnast nógvir ónýttir møguleikar innan maritimu vinnuna.

Endamálið við Startup Klaksvík var at arbeiða við hugskotum frá byrjan til enda uppá stutta tíð og harvið at venja seg í at loysa tær avbjóðingar, sum íverksetarar standa yvirfyri.

Í samband við tiltakið var ein spennandi framsýning har listakvinnurnar Laila av Reyni, Malan Fosaa og Anne Marie Gøricke vístu fram lutir tær hava evnað til úr tilfeingi úr havinum.

Laila av Reyni, sum m.a. er kend fyri hennara vøkru og hugtakandi kjólar, hevði sniðgivið ein forvitnisligan kjóla úr fiskaskræðu, júst til høvið; meðan Malan Fosaa hevði eitt breitt úrval av lutum hon hevði sniðgivið úr laksi, steinbíti, toski, kongafiski og kópi.

Anne Marie Gøricke, ið er serkøn í at gera list úr fiskabeinum, vísti fram sermerktar prýðislutir úr fiskabeinum.

Framsýningin var ætlað at geva íblástur og vísa á mongu møguleikarnar við avskurði av fiski, sum verður eitt av mongu maretimu evninum um vikuskiftið.

Fýra nýggjar virkisætlanir vórðu lagdar fram í finaluni á Startup Klaksvík, men eftir eina sera tætta og spennandi finalu var tað bólkurin Korio sum vann ein ráðgevingarpakka áljóðandi 50.000,- kr. frá Vinnuframa.

Hjartaliga til lukku Korio!

Fólkaskúlanæmingar á Startup Camp
Í septembur luttóku næmingar úr átta fólkaskúlum á Startup Camps í Spaniastovu í Klaksvík.

Næmingarnir fóru ígjøgnum grundleggjandi venjingar, har tey lærdu at framleiða og menna nýggj hugskot.

Næmingarnir fingu eina avbjóðing at loysa og arbeiddu við hugskotum – frá byrjan til sølu. Dagurin endaði við framløgum, har besta hugskotið varð virðislønt.

Hesi fimm Startup tiltøkini vóru fyrsta liðið í íverksetarakappingini SkúlaFM millum næmingar í 9. og 10. flokki.

Undirtøkan fyri SkúlaFM er vaksandi, og í ár hava sum sagt heili átta skúlar meldað luttøku. Hesir eru Skúlin á Ziskatrøð, Skúlin við Ósanná, Skúlin við Løkin, Fuglafjarðar skúli, Vestmannaskúli, Nám X, Kommunuskúlin og Felagsskúlin á Oyrabakka.

Hesir skúlar hittast til eina stóra finalu 27. februar 2015, har tey bestu hugskotini í teimum ymisku skúlunum verða løgd fram á eini stórari finalu fyri áleið 400 áskoðarum.

Mentamálaráðið og Íverksetarahúsið settu í 2010 sjøtul á eitt skipað samstarv um íverksetan í fólkaskúlanum og hevur hetta samstarv eisini vakt ans uttanlanda.

EBG næmingar á Startup Camp
Næmingar úr Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna og Tekniska skúla í Klaksvík, sum luttaka í European Business Game kappingini, vóru í september mðr á Startup Camp í Spaniastovu.

EBG er ein evropeisk kapping fyri ung, sum ganga á miðnámi. Kappingin gongur út uppá at skapa ta bestu fiktivu fyritøkuna

Næmingarir skulu í verkætlannarbólkum á 3-5 næmingum seta á stovn eina fiktiva fyritøku, har tey møta nøkrum av teimum avbjóðingunum, sum koma fyri, tá sjálvstøðugar fyritøkur verða settar á stovn. Í European Business Game læra næmingarnir, at lívið í eini fyritøku er merkt at støðugum broytingum.

Næmingarnir taka útgangsstøði í teirra egnu handilshugskotum, og fara ígjøgnum alla prosessina frá hugskotinum til handilsætlanina, har ítøkiligeringin av hugskotinum fer fram, til kanningar av marknaðarviðurskiftum, og til útrokningar av útreiðslusíðuni og hvussu tað skal – ella kann – fíggjast.

Startup Skálafjørður
Áttanda og seinasta startup vikuskifti, í rundferðini hjá Íverksetarahúsinum, var á bókasavninum við Løkin vikuskiftið 26. til 28. september.

Startup Skálafjørðin varð fyriskipað í góðum samstarvi við kommunurnar við Skálafjørðin, bókasavnið við Løkin og Vinnuframa sum lat ein ráðgevingarpakka við virði á kr. 50.000,-.

Skeiðið var ókeypis og Íverksetarahúsið bjóðaði morgunmat, frokost og kaffi báðar skeiðsdagarnar. 17 sera ágrýtnir íverksetarar arbeiddu intensivt alt vikuskiftið, í góðu hølunum hjá bókasavninum við Løkin, við nýggjum virkishugskotum. 30 hugskot vórðu løgd fram fríggjakvøldið og útav hesum vórðu fýra hugskot útvald at arbeiða víðari við. Fýra bólkar løgdu fram fyri einari væl upplagdari dómsnevnd, ið tók endaliga avgerð hvør skuldi fáa virðislønina, sum var ein ráðgevingarpakki frá Vinnuframa, áljóðandi kr 50.000!

Verkætlanin Tjadlur gjørdist vinnari, og vit ynskja teimum bestu eydnu við virkisætlanini.