Næmingar úr Nám X og Felagsskúlanum á Oyrabakka lærdu í dag at traðka fram og at selja. Páll Danielsen, sjónleikari, fór ígjøgnum grundleggjandi venjingum við næmingunum, sum skulu læra teir at handfara tað trýst, sum ofta kennist, tá ein skal traðka fram, meðan Rani Nolsøe greiddi frá um sølu og kundan, sum er grundarlagið undir eini fyritøku.