![]() |
Á Kvinnur Megna verður serligt fokus sett á kvinnuligar virkiseigarar, sum hava suksé. Ymiskar vinnulívskvinnur fara at greiða frá sínum royndum við íverksetan, sølu og lønandi rakstri.
Vit hoyra frá Erlu-Mariu Skovlund sum er ein nýhugsandi føroyskur smúkkusniðgevi. Erla-Maria hevur drúgvar royndir innan sniðgeving og smíð av smúkkum og hevur síðani 2010 havt sítt egna virki, sum í dag kallast Silvursnið.
Silvursnið hevur eina verksmiðju og handil í Vágsbotni. Smúkkurnar, sum allar eru handgjørdar, eru fyri tað mesta úr hámarsligum silvuri og sera stílreinar. Silvursnið ger m.a ringar, armbond, hálsketur og silvur til føroysk klæðir. Íblástur fær Erla-Maria frá føroysku náttúruni og tí, sum hon annars sær, at fólk ganga við. Smúkkurnar eru ráar, men eisini rættiliga einfaldar.
Hoyrið meiri um Erlu-Mariu fríggjadagin 17. apríl kl 13:00 í Østrøm.
Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin.