Ætlar tú tær undir fjarlestur aftaná summarfrítíðina, so skal tú kivka tær, tí at umsóknarfreistin nærkast í stórum.
Freistin at søkja inn á ein hægri skúla í Danmark ígjøgnum kvotu 1 er nevnliga tann 5. juli kl. 12 danska tíð.
Tørvar tær leiðbeining, eitt nú til at finna ta røttu útbúgvingina, vegleiðing í at søkja ella at finna rætta útbúgvingarstuðlin, ert tú vælkomin at tosa við okkum í Fjarnámi.
Vit ráðgeva hvønn dag fram til 25. juni, og tú kanst ringja á 459700 ella skriva ein teldupost til fjarnam@fjarnam.fo og vit avtala eina tíð.
Melda til okkara tíðindabræv
Kom á okkara tíðindabrævslista. Tú fart altíð tey nýggjastu tíðindi beint í boðklivan
